Síðuinnihald

Endamál

Upprunaliga hugskotið við From Where You Are var at gera eitt tekstasavn, sum tók støði í gerandisdegnum hjá næmingunum. Við hesum í huga valdu vit evnini Food, Drinking, Football, Gaming og Branding. Evnini eru vald við tí fyri eyga, at tey kunnu hugfanga næmingarnar, tí hetta eru evni, sum flestu næmingar hava eina støðu til og kunnleika um.

Evnini eru hugsað sum upplegg til fjølbroytt kjak heldur enn viðgerð av smáum avmarkaðum økjum. Evnið fótbóltur snýr seg soleiðis ikki mest um sjálvt spælið, men er ein lopfjøl til kjak um t.d. kærleika, samfelagsbólkar, hetjusøgur, búning og mentanarsamanstoytir. Á sama hátt snýr Food seg ikki bara um mat, men eisini um samleika, sambond millum menniskju, politikk og barnauppaling.

sBókasniðið letur upp fyri at nýta víðkaða tekstahugtakið. Tí eru podcasts, sjónbandabrot, upplestur av tekstum og filmsbrot við. Og tí eru amboð at greina nýggju miðlarnar eisini við.

Nýtsla

Í sBókini eru nógvar smærri uppgávur (200-300 orð), sum næmingarnir kunnu gera í flokkinum. Uppgávurnar kunnu til dømis vera kjak um provokerandi/hugvekjandi útsagnir. Avmarkaða longdin á uppgávunum letur upp fyri møguleikanum at hugsavna seg um einstøk greiðsluevni.

Harumframt er ein hópur av ”Talk about it” uppgávum, sum leggja upp til breitt kjak antin í flokkinum ella í minni bólkum.

Í sBókini eru fleiri samvirknar uppgávur, millum annað venjingar í mállæru, venjingar í orðafrágreiðingum og venjingar í tekstafatan. Hesar uppgávur geva næmingunum møguleika at fáa aftursvar beinanvegin.

sBókin hevur eisini sjónbandaðar samrøður, sum geva næmingunum møguleika at venja seg at lurta og skilja tað, sum tey hoyra.

”Native speakers” hava lisið allar tekstirnar inn. Hendan funkan gevur næmingunum møguleika at lesa og lurta samstundis. Hetta kann serliga vera ein fyrimunur fyri veikar lesarar. Men allir næmingar kunnu fáa nakað burturúr at verða meira tilvitaðir um úttalu og herðing.

Einstøku evnini kunnu sjálvandi verða lisin hvør sær. Men tey kunnu eisini verða partur av tvørfakligari undirvísingargongd um fiti, samleika, ungdómsmentan ella rúsdrekka. Harumframt er síðst í bókini uppskot til samstav við lærugreinina samfelagsfrøði.

Tekstirnir kunnu eisini verða settir saman tvørtur um ymisku evnini. Til dømis verða nógvir fótbólstpælarar brandaðir í dag, meðan fótbóltur og telduspøl kunnu verða sett saman til kjak um, hvat ítróttur er. Food og Drinking-evnini lata upp fyri kjaki um ábyrgd hins einstaka í samfelagnum, og Food og Branding kunnu verða nýtt at skifta orð um kroppsdyrkan og persónliga branding.

From Where You Are leggur upp til fjølbroytta undirvísing, sum skiftir millum floksundirvísing, bólkaarbeiði, par-arbeiði, út-úr-húsinum uppgávur og kreativar uppgávur.  

ISBN: 9788761657954. © Rithøvundarnir, Systime A/S og Nám 2011